Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Yvirtøkan av gamla bankanum tyngir roknskapin hjá Eik

Fyrsta roknskaparárið eftir yvirtøkuna av virkseminum frá gamla Eik Banka, staðfesti Eik Banki Føroya eitt hall eftir skatt á 256 mio. kr. Rakstrarúrslitið er í týðandi mun ávirkað av tapum av útlánum og aðrum ognum, sum vórðu yvirtiknar

Fyrsta roknskaparárið fevnir um 15 mánaða tíðarskeiðið frá oktober 2010 til desember 2011. Úrslitið eftir skatt er eitt hall á 256 mió. kr. Fíggjarstøðan javnvigar við 7,9 mia. kr. Eginpeningur bankans var 1.230 mió. kr. við ársenda 2011.

Í stuttum kann nevnast, at:

• Úrslitið á -256 mió. kr. samsvarar í høvuðsheitum við tað, sum var væntað

• Bankin hevur ein solvens á 22,2%

• Gjaldføri bankans er meira enn 3 ferðir lógarkravda minstakravið

• Bankin hevur, áðrenn tíð, niðurrindað 5 av 6 mia. kr. í skuld

• Úrslitið áðrenn skatt, regulering av kapitalpørtum og niðurskrivingum er eitt avlop á 124 mió. kr.

• Bankin væntar eitt nøktandi rakstraravlop í 2012

“Hallið á 256 mió. kr. skal fyrst og fremst síggjast í ljósinum av tapinum á 514 mió. kr. í sambandi við yvirtøkuna av virkseminum frá gamla Eik Banka í oktober 2010 og av staðfestum tapum og niðurskrivingum í tíðarskeiðinum oktober 2010 til desember 2011 á heilar 410 mió. kr. Sostatt eru bókað tap og niðurskrivingar á 924 mió. kr. síðan oktober 2010”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik.

Yvirtøka av virksemi frá gamla Eik Banka

Eik Banki Føroya varð stovnaður við einum kontantum eginpeningi á 2 mia. kr.

Hátturin, ið ognir og skyldur vórðu yvirtiknar frá gamla Eik Banka var ikki tann sami, sum hevur verið nýttur í Danmark. Í Danmark hevur verið vanligt , at ognir, serliga útlán, av vánaligari góðsku vórðu útskild til Finansiel Stabilitet og ognir av betri góðsku vórðu avhendaðar til ein annan peningastovn.

Í førinum hjá Eik Banka P/F var skilnaður gjørdur á tann hátt, at Eik Banki Føroya í fyrstu atløgu tók við øllum ognum og skyldum frá gamla Eik Banka, tó frásæð ábyrgdarlánspening og eini ábyrgd mótvegis Eik Banka í Danmark.

Eftir yvirtøkuna vórðu tær ognir, sum kundu eyðmerkjast til danska partin av virkseminum, seldar til Eik Bank Danmark, sum Finansiel Stabilitet tá hevði yvirtikið frá Eik Banka P/F. Í sambandi við yvirtøkuna og avhendanina til Eik Bank Danmark staðfesti Eik Banki Føroya eitt tap upp á tilsamans 514 mió. kr.

Tá yvirtøkan var endað var bert tann føroyski parturin eftir í Eik Banka Føroya. Hetta hevði so eisini við sær, at Eik Banki Føroya yvirtók ognir av bæði góðari og vánaligari góðsku, sum høvdu samband við aktivitetin í Føroyum.

Tíðarskeiðið frá oktober 2010 til desember 2011 hevur verið nógv merkt av handfaring av yvirtiknum ognum við vánaligari góðsku. Hetta hevur eisini havt stórar niðurskrivingar við sær.

Stórar broytingar

Bankin hevur verið ígjøgnum týðandi og umfatandi broytingar á øllum økjum síðan oktober 2010. Umframt, at nýggj nevnd og stjórn nú mynda bankan, hava tvær uppsagnarrundur verið. Starvsfólkatalið er lækkað úr 235 niður í 205, eins og deildarnetið er minkað úr 15 niður í 9 deildir.

Solvensur og gjaldføri** Bankin hevur við ársenda 2011 ein solvens á 22,2%, sum er munandi meira enn solvenstørvurin á 11,9% og lógarkravda minstakravið á 8%.

Í tíðarskeiðinum frá oktober 2010 til desember 2011 eru útlánini minkað við umleið 1,9 mia. kr. og innlánini eru økt við umleið 900 mió. kr. Saman við kontanta innskotinum av eginpeningi í oktober 2010 hevur hetta havt munandi positiva ávirkan á gjaldførið bankans.

Bankin hevur harumframt ein trekningsrætt í danska tjóðbankanum upp á 874 mió. kr., sum bankin ikki hevur gjørt nýtslu av.

Gjaldførið er tríggjar ferðir lógarkravda minstakravið. Bankin hevur sostatt eitt sera gott gjaldføri.

Skuld við statsveðhaldi niðurrindað fyri tíð

Góða gjaldførið hevur eisini havt við sær, at bankin í roknskapartíðarskeiðnum hevur rindað 5 mia. kr. niður av skuld við statsveðhaldi – fyri tíð. Hendan niðurrindanin hevur við sær eina beinleiðis sparing í útreiðslunum upp á umleið 50 mió. kr. um árið.

Ríkisveðhildna skuldin við ársenda 2011 sostatt komin niður á 1 mia. kr., sum ikki kann rindast aftur áðrenn tíð. Hesin seinasti parturin av skuldini verður tí afturrindaður í februar 2013.

Eik Banki Føroya frameftir

Eik Banki Føroya P/F verður nú rikin sum ein banki, ið tænir privat-, vinnu- og almennum kundum á føroyska marknaðinum. Virkisøkið er innlán, útlán og gjaldsmiðling, umframt virksemi, sum er tengt at hesum.

“Hóast torførar umstøður seinasta árið, hava bæði kundar og starvsfólk bankans víst stórt forstáilsi og trúfesti mótvegis Eik. Bankin er nú á rættari kós. Við einum góðum solvensi og góðum gjaldføri leggja vit okkum eftir at veita føroyingum bestu tænastu og skapa okkara kundum møguleikar og tryggleika í fíggjarviðurskiftum”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri.

Á aðalfundinum 29. mars 2012 varð navn bankans broytt frá Eik Banki Føroya P/F til Eik Banki P/F. "Eik Banki Føroya hevur alla tíðina verið ætlað sum eitt fyribilsnavn, og mett varð, at tíðin nú var komin at broyta navnið aftur", sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri at enda.

Á aðalfundinum varð nevndin afturvald.