Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ZACHARIAS ZACHARIASSEN Á FLØGU - ein søgulig fløga

Zacharias Zachariassen andaðist í august mánaða í fjør 82 ára gamal. Hann hevur lagt eftir seg hópin av skrivligum tilfari. Hann skrivaði og týddi hópin av sangum, og hann eigur ikki færri enn 122 sangir í NÝGGJU SONGBÓK GUDS FÓLKS.

Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd
gjaranes@gmail.com
Skrivað: poul jóhan djurhuus
07.11.2018

Í sínum yngri døgum var Zacharias eisini virkin sum sangari. Í árunum 1960 til 1962 gav plátuforlagið HØRPUTÓNAR út tríggjar plátur við Zacharias Zachariassen, sum gjørdust sannar fólkogn og vóru javnan at hoyra í ynskikonsertini hjá Útvarp Føroya sunnudagar seinnapart. 

Nú hava synirnir hjá Zacharias ynskt at minnast pápa sín við eini minnisfløgu, sum er ein tvífløga við sangum, sum Zacharias hevur skrivað, týtt og sungið. Fyrra fløgan eru nýggjar útsetingar av sangum hjá Zachariasi, har fleiri kendir sangarar leggja rødd til. Tað er Jákup Zachariassen, sonur Zacharias, sum er samskipari av nýggju tvífløguni.

Á seinni fløguni eru 15 sangir, har Zacharias sjálvur framførur. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at á seinnu fløguni er ein Íslendsk framførsla, sum Zacharias sang í Íslendskum útvarpi í 1966. Hendan framførslan hevur ikki áður verið givin út alment. 

Heitið á tvífløguni er: “TÍTT EITT OG TÍTT ALT.” Hetta var seinasti sangurin, sum Zacharias legði úr hondum, og tí hevur familjan valt hetta fløguheiti.

Fløgan kom út mikudagin 06. november, og Kristiliga Tíðindasendingin skilir, at tað longu er nógv, sum spyrja eftir fløguni. Tvífløgan er væl egnað sum jólagáva, og kanska serliga sum jólagáva til føroyingar uttanlands. (Hjálparkelda: Dagur.fo 02.11.2018)