Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Zakarias kann fáa veljarnar úr sofuni

Fyribils eru tvær veljarakanningar gjørdar. Tann seinasta vísir, at ein rúgva av veljarum hjá sokallaðu sjálvstýrisflokkunum fara ikki á val. Og so staðfesta sokallaðu óheftu viðmerkjararnir, at um serliga Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, skulu hava nakran møguleika at hótta verandi fólkatingslimir, so mugu flokkarnir út at reka veljararnar úr sofuni, men hesir flokkar hava onki at bjóða, sum sofaveljararnir vilja hava. Tað hevur hinvegin Uttanflokkalistin, og tað ger valið spennandi.

Dan Klein, journalistur, greinar støðuna

Grein úr Oyggjatíðindum 12. juni: Ein viðmerkjari er føddur inn í javnaðarrørsluna, og tekur tí heldur ikki saklig atlit, men tað eru tað ikki øll, sum vita, og tí kann hetta ikki takserast sum annað enn “politisk manipulatión”.

Tíverri ber eisini til at manipulerað við veljarakanningum, sum tí ikki heldur eru serliga eftirfarandi, men skulu vit “spæla”, at hesar kanningar eru nøkulunda eftirfarandi, so kunnu vit staðfesta, at Uttanflokkalistin fekk 1,8 prosent av atkvøðunum í kanningini, og sostatt hevði størstu framgongdina frá kanningini frammanundan.

Men lat hetta fyribils liggja ein løtu, og fara til Kringvarpið, ið ikki gongur serliga høgt uppí sannleikan, sum sostatt eisini politiskt liggur niðri á “Snýtti í tolli-støðinum”, ið sum kunnugt ikki kravdi prógv fyri at gerast høvuðstíðindi í almennu miðlunum í meira enn hálvt ár.

Í staðin fyri at finna sannleikan um lógarbrot Í Radaranum herfyri , varð í staðin roynt at yvirrula Zakarias Wang við at siga, at sjálvt um fólkatingið og løgtingið høvdu lóggivið um ríkisstuðulin, var hetta ólógligt sambært sambandssáttmálanum.

Kringvarpið hevur rætt í, at fólkatingið hevur atkvøtt fyri lógini, men tað er ongantíð gjørt í løgtinginum; hvørki, sum løgtingslóg ella sum ríkislógartilmæli, so tað er greitt ikki tann vegin hasir “Judas-pengarnir” gerast lógligir, skulu vit brúka termologiina hjá uttanflokkamanninum.

Zakarias Wang, hevur ført fram, at Edmund Joensen, er tann, sum eigur størstu virðing fyri at vera tann løgmaðurin, sum stevndi Danmark fyri rættin eftir pengum, og vildi hann tí onki hava í móti at gera listasamband við ein sambandsmann í fólkatinginum, sum eisini kravdi javnrætt millum ríkini, ein sokallaðan samríkja-sáttmála.

Edmund vísti ikki aftur grundgevingini, men hann visti bara um heimastýrislógina, sum hann segði seg kenna til.

Men tá sjálvt tey, sum kalla seg granskarar hava sagt, at virðið av Bergenssáttmálin átti at kunna fingið møguleikan at staðið sína roynd í altjóða granskingarumhvørvinum, so staðfestast kundi um hesin sáttmálin átti legitimitet í altjóða rætti, lata vit granskaran sjálvan fáa orðið:

Zakarias Wang, granskari, sigur sjálvur um hetta:

Tað var við bivandi hjarta, at eg í áttatiárunum setti fram ta tilgiting, at okkara altjóðarættarliga støða var, at vit vóru saman við Danmørk sambært sambandssáttmálanum, sum gav okkum rætt til sjálvstýri og okkara egnu stjórn, sum hevur eins nógv vald sum stjórn Danmarkar, tá talan er um uttanríkispolitikk.

Mær er tann heiður sýndur í vísindaliga orðaskiftinum, at tað, eg havi ført fram, ikki hevur fingið nakað andmæli.

Verður ein hypotesa sett fram alment, so kunnu allir aðrir vísindamenn lesa hana, og tað er teirra skylda at tala at, um so er at tilgitarin hevur brúkt skeivt keldugrundarlag ella hevur tulkað veruleikan skeivt. Sær ein vísindamaður slíkt, er tað hansara vísindaliga skylda at tala at, so almenningurin ikki verður lumpaður.

Men hvat um hann ikki dugir at síggja nakað skeivt í tí, sum verður sett fram?

Tá hevur hann onga orsøk til at siga nakað. Við at tiga viðurkennur hann, at hann ikki kann síggja nakað skeivt í tilgitingini, hypotesuni. Vantandi andmæli er í vísindaligu høpi tí tað sama sum góðkenning, sigur Zakarias Wang í viðmerking, sum kann lesast aðrastaðir í blaðnum.

Hann vísir eisini á, at Danmark ólógliga betalir pengar til Føroyar, og føroyingar betala onki til kongshús, og aðrar danskar stovnar. Hann vísir til blokkin, ólógliga stuðulin til flokkarnar, sum teir fáa goldið á hvørjum ári. Teir betala fyri løgreglu, og rættarskipan.

Føroyingar betala onki av øllum hesum.

Men sigur uttanflokkamaðurin, at eftirsum danir hava betalt pengar ólógligt, fyri at føroyingar ikki skulu kunna klára seg sjálvar, so eiga teir einaferð med alla, at betala eina eina stóra upphædd, sum føroyingar kunnu leggja í grunn, fyri bert at reka samfelagið við rentuvinninginum.

Hann vísti í Kringvarpssendingini ikki á støddina av hesum endurgjaldinum, men segði, at talan fór at vera um munandi størri enn 37 milliardir, sum journalisturin bar uppundir.

Journalisturin vildi vera við, at ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum var nágreinað í donsku grundlógini, sum partur av Danmarkar ríki, men hesum vísti Zakarias Wang, staðiliga aftur. Hann segði, at danska grundlógin umtalaði bara Danmarkar ríki, men sigur onki um hvat Danmarkar ríki umfatar.

Hann vísti á, at Danmark ikki tordi at greinað Føroyar og Grønland, sum part av Danmarkar ríki, júst tí at hetta beinleiðis er í stríð við sambandssáttmálan, sum liggu rundir glasi í Keypmannahavn.

Prógvið uppá, at Danmark og Grønland ikki eru partar av Danmarkar ríki, sigur Zakarias Wang, vera, at hesi bæði londini eru nevnd at hava rætt til hvør sítt fólkatingsumboð. Vóru Danmark og Grønland, sum partar av Danmarkar ríki, so vildi tað ikki verið neyðugt at nevnt positivt í Grundlógini. Tá vildu Føroyar og Grønland komið í somu pulju, sum t.d. Bornholm, Jylland og hinir landspartarnir, sum jú altíð hava verið integreraðir partar av Danmarkar ríki, meðan Føroyar og Grønland ikki eru tað, og ongantíð heldur hava verið tað.

Tá ið sjálvstýrisvongurin hevur so nógvar veljarar, sum ikki ætlað sær á val, so er tað ikki nøkur nýggj avgerð. Traditionelt plaga fólkatingsvalini ikki at fáa stóra undirtøku millum sjálvstýrisfólk, so Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Sjálvsttýrisflokkurin og Framsókn, fáa ikki hesar veljarar upp úr sofuni, tí hesir flokkar hava tann sama boðskapin, sum teir altíð hava havt, og tað kann ikki ávirka fólk, sum ikki plaga at fara á Fólkatingsval.

Men skuldi tað hent, at hesi reistu seg upp úr sofuni, so er tað bara eitt stað at fara, og tað er eftir manninum, sum sigur: Verði eg valdur, so er blokkurin burturur á Ólavsøku, og so liggur frælsi og harvið javnstøðan fyri framman.

Tað kann í veruleikanum vera hetta, hesir sofaveljarar hava bíða eftir.

Zakarias kann tí fáa veljarnar úr sofuni.