Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

-At missa fólk á sjónum kann ikki bólkast í stórar og smærri vanlagnur

Søgan um sjófólk okkara er eisini søgan um hin einstaka og húskið hansara ella hennara. Tað segði løgmaður millum annað í røðu síni á Vinnuháskúlanum seinnapartin undir minningarhaldinum teirra sjólátnu.

-At missa fólk á sjónum kann ikki bólkast í stórar og smærri vanlagnur. Vit eiga ongan at missa, og hvørja ferð vit missa á sjógvi, á landi ella í luftini, missa vit ein ov mikið. Sorgin um hin einstaka er sorg í fjøldini, og sorg í fjøldini er sorg hins einstaka, vísti Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað á.

Røða løgmans kann lesast her: http://cdn.lms.fo/media/7084/1-nov-avj.pdf

----------------

Ikki øll eru samd við broytingunum um, hvør hevur rætt til at standa á almenna minningarlistanum og hvør ikki hevur: 

http://www.oyggjatidindi.com/ta+tey+livandi+druknadu+i+formalitetum+og+govu+deydanum+liv.html