Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Poul Geert Hansen, forseti í Lions Club Tórshavn, handar umboðum fyri Beran, Annu S. Dalsgaard og Oddvør Poulsen, gávuna upp á 70.000 krónur

Lions stuðlar Beran við 70.000 krónum

Á ólavsøku skipar Lions Club Tórshavn fyri listaframsýning í Müllers Pakkhúsi, og úrslitið í ár var metgott. Yvirskotið, sum var upp á 70.000 krónur, er nú óskert latið sjálvhjálparfelagsskapinum Beranum, og hendi hetta á síðsta limafundinum í Lions.

Lions vil við hesi gávu vísa sín stuðul til tað stóra vælgerðararbeiði, sum Berin ger fyri at hjálpa børnum, ið hava mist foreldur ella systkin, víðari í lívinum.

Sum nakað nýtt í ár lat Eik Banki ein málning hjá einum kendum listafólki at luta burtur saman við atgongumerkjasøluna á listaframsýningini. Talan var um ein stóran málning hjá Kára Svensson, og hepni vinnarin av málninginum var Marita Bæk úr Havn.

Lions Club Tórshavn takkar øllum, sum á einhvønn hátt hava verið við ella hava hjálpt í sambandi við listaframsýningina.