Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lutakast avlýst

Vørn boðar frá, at fundur hevur verið millum Fiskimálaráðið og stovnin. Fiskimálaráðið boðaði frá, at teksturin í kunngerð um skipan av makrelfiskiskapinum við føroyskum fiskiførum, sum snýr seg um atgongd at fiska í ES-sjógvi verður broyttur. 

Vørn hevur tí gjørt av, at bíða við viðgerðini av umsóknunum um atgongd, til kunngerðarbroytingin er lýst. 

Hetta merkir samstundis, at fráboðaða lutakastið, ið haldast skuldi á skrivstovuni hjá Vørn tann 6. januar kl. 14, er avlýst.