Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Øktir samferðslumøguleikar=

framburð á øllum økjum!

“Duga vit politiskt IKKI at gagnnýta hesar møguleikar so fara týðandi virðir fyri bakka”, skrivar Lasse Klein, valevni fyri Nýtt Sjálvstýri í hesi greinini.

Vit hava við hvørt orsøkir at minna okkum sjálvi á at ein týðandi orsøk til tann framburð sum er hendur her á landið er orsaka av øktum samferðslumøguleikum.

Seinastu 30 árini hava vit kunna fylgt hesi gongd, og tí eiga vit eisini framhaldandi at hava hesi viðurskiftir í huganum, tá tað ræður um at menna samfelagið.

Tá er tað ikki bara ein spurningur um samferðslu, men eisini um aðrar týðandi tættir í samfelagnum:

• Øktar møguleikar at flyta seg frá einum staði til eitt annað

• Størri útboð fyri arbeiðsskapandi tiltøkum hjá tí einstaka

• Størri møguleikar fyri arbeiði og verða búgvandi heima

• Vinnuligir fyrimunir á heilt øðrum støði enn vit hava kent frammanundan.

.... og ikki minst sparingar og rationaliseringar av almennum tænastum á fleiri týðandi økjum; skúla, almanna- og heilsu, umframt av kommunalari umsiting. Vit eiga ikki at lata hesar møguleikar gleppa okkum úr hondum.

Duga vit politiskt IKKI at gagnnýta hesar møguleikar so fara týðandi virðir fyri bakka, og tí er tað ikki bara ein spurningur um at fremja íløgurnar á samferðsluøkinum, men líka so neyðugt at øll viðgerð í sambandi við hesar broytingar fylgja við.

Tá er tað ikki bara ein spurningur hvussu vit afturgjalda íløgur á samferðsluøkinum, ella hvussu vit finna eitt fíggjarligt mynstur at fíggja íløguna:

Tá er tað eisini ein spurningur um týdningarmiklar sparingar og inntøkumøguleikar fyri tað almenn, kommunur, felagsskapir, øktir vinnuligir fyrimunir fyri vinnufyritøkur, og ikki minst øktir møguleikar hjá fólkið at fóta sær og finna sær hóskandi arbeiðsmøguleikar, umframt nøgdsemi á fleiri økjum.

Lasse Klein

Valevni fyri Nýtt Sjálvstýri