Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Syvjandi strálandi strálandið

08. Okt 2013

Tórbjørn Jacobsen:Politisku gartnararnir hava aftur stungið skortarnar uppundan runnakrúnunum, nú seyrvingurin í Kvíggjartúni hevur ætlað um, hvussu danska hjálandið hann stjórnar, meiri og minni einsamallur, skal húsast peningaliga í árinum sum kemur 2014. Næstseinasta árið í valskeiðnum. Svøvntyngjandi sjónvarpaða kjakið týskvøldið í vikuni avdúkaði, at øll hin politiska skipanin onkursvegna hevur lagt seg undir hjálandatreytirnar og undir niðurlaðandi bókhaldsskipanina hjá Jørgen Niclasen. Eitrandi ríkisveitingina tosar ongin um longur, heldur ikki orð ella eiður um, at samgongan ætlar at binda okkum til eina hækkandi ríkisveiting fram til 2016 soleiðis, at hendan drepandi sproytan tá verður 47,5 milliónir krónur hægri enn hon var í 2011, táið Niclasen-regime tók við. Tað hevur eisini eydnast valdsarkitektinum at fáa allar hinar seks menninar at kenna seg heima í hansara følnaða aldingarði, har teir skiftast um at kína fyri doyggjandi blómunum, ímeðan seyrvingurin fæst við at royta ókrút upp úr svørðinum.

les meir

Fyrrverandi stýrislimur í Vinnuframagrunninum er innkallaður sum vitni av SØIK

07. Okt 2013

”Eg vil hava, at tann korruptión, sum eg upplivdi, tá eg sat í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, skal koma fram í ljósið, og at fólk skulu sleppa at forklára seg fyri rættinum. Eisini má staðfestast, um Føroyar er eitt rættarsamfelag, har ábyrgdin hjá landstýrismonnum og løgmanni kann og skal takast í álvara”

les meir

Skálafjarðartunnilin - viðmerking til Landsverk

07. Okt 2013

Í tíðindaskrivi til skrivingina, sum hevur verið um tilmælið hjá Landsverk viðvíkjandi Eysturoyartunnilin, vísur Landsverk á, hvussu neyðugt tað er, at tann politiski myndugleikin, sum skal taka avgerðina, fær allar tær neyðugu upplýsingar - og hesum eri eg samdur í.

les meir

Handverkaravinnan hvørvur

07. Okt 2013

Handverkaravinnan í Føroyum er ikki kappingarfør, tá talan er um lønir til starvsfólk. Tí eru nógvir handverkarar, tey seinnu árini, farnir uttanlands at arbeiða. ”Men hóast vit kunnu fegnast um, at handverkarar fáa henda gylta møguleikan, so kann hetta í longdini gerast ein stórur trupulleiki, tí vandi er fyri, at handverkaravinnan í Føroyum steðgar upp,” sigur Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum nú fer at reisa málið í løgtinginum.

les meir

Val av stýri fyri ALS

07. Okt 2013

Johan Dahl, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur valt stýrið fyri ALS fyri eitt nýtt 4 ára skeið.

les meir

Valið er millum ein nýggjan skúla ella tveir gamlar skúlar

07. Okt 2013

Í tørvslýsing av miðbýarskúlum, sum Mentamáladeildin í Tórshavnar Kommunu júst hevur gjørt, er greitt, at tað skulu brúkast á leið 200 mió. kr. til miðbýarskúlar komandi árini. Tað er ikki ein spurningur, um hendan íløgan er neyðug, tí tað er hon. Spurningurin er, hvussu íløgan skal gerast: Skulu tveir skúlar umvælast heilt frá grundini til at lúka dagsins krøv, ella skal byggjast ein heilt nýggjur skúli?

les meir

Peningagreði í landsins leiðslu

07. Okt 2013

HAVI ONNUR STÓRMÁL AT HUSA UM. Soleiðis svarar Løgmaður nú fjølmiðul setur honum spurningin, hví hann knappliga hevur broytt støðu viðvíkjandi lønum landsstyrismanna, tá hesir fara aftur í Løgtingi. Tað er fleiri ferðir hent , at løgtingslimur aftan at hava verið landsstyrismaður í nakrar krákumánaðar, so kann viðkomandi seta seg aftur í flógva løgtingsstólin, við tveimun lønum. Í flestu førum í eitt hálvt ár við 38.000 krónum um mánaðan. Lat tað beinanvegin verða sagt, at umboð ur øllum politisku flokkunum, hava verið untir hesa margháttligu samsyning, sum lógarheimild er fyri.

les meir

Uppreisinin meira verd enn endurgjaldið

05. Okt 2013

Sekkjaðu námsfrøðiligu leiðararnir í Vágs Kommunu eru ovurfegnir um, at Føroya Rættur sera greitt hevur staðfest, at uppsøgnin av teimum var ósaklig og tískil skal ógildast. Í praksis merkir tað tó ikki, at tey fáa størvini aftur, men í staðin skulu tey hava eitt endurgjald upp á 75.000 krónur hvør.

les meir