GLS-LEIÐSLURÁÐSTEVNAN 2019 - væl nøgdir luttakarar
02. Feb 2019
Vikuskiftið, 18-19 januar, var 11-ta GLS-Leiðsluráðstevnan hildin í Norðurlandahúsinum. Umleið 350 luttakarar, kvinnur og menn, frá øllum landinum møttu upp kl.08:00 báðar dagarnar og sótu til kl.16:00, meðan teir tóku inn av tí, sum 12 útvaldir fyrilestrarhaldarar høvdu at bera fram. Millum hesar vóru tær boðar føroysku kvinnurnar Tóra við Keldu og Hilda Viderø.





















