Mentan
Børn og ung hava rætt til eitt gott og trygt lív
01. Des 2019
Øll børn og ung hava rætt til eitt gott og trygt lív. Tí hevur tað stóran týdning at fyribyrgja, at brotsverk henda. Tiltøkini í heildarætlanini eru góð amboð at tryggja hesum. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari sínum til ein skrivligan fyrispurning frá Jaspuri Langgaard, løgtingsmanni, um at herða átøk ímóti pedofili í Føroyum.
les meir
Størri uttanríkispolitiskt rásarúm
30. Nov 2019
Tað var eitt av høvuðsevnunum undir vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum í Føroyum. Jenis av Rana og Jeppe Kofod hava undir vitjanini í Føroyum millum annað umrøtt ynskið hjá landsstýrinum um størri uttanríkispolitiskt rásarúm, umframt innlit í og ávirkan á øll viðkomandi uttanríkis- og verjupolitisk mál.
les meir
Súlan og FAG vóru samd um føroyskan gerðarrætt
30. Nov 2019
Súlan hevur ikki minni enn tvær ferðir skrivliga váttað, at føroyskur gerðarrættur ikki var ein stríðsspurningur í samráðingunum um nýggjan sáttmála fyri flogternurnar. Hóast tað kastaði Semingsstovnurin frá sær júst orsakað av hesum spurningi.
les meir
Stuttfilmar um vetrarferðslu síggjast her
30. Nov 2019
FERÐSLUTRYGD: Seinnu árini hevur Landsverk gjørt fleiri stuttar, upplýsandi filmar um ferðslutrygd. Filmarnir hava verið at sæð av og á í Gevið Gætur-sendingini hjá Kringvarpinum og hava eisini verið at finna á Youtube.
les meir
Lions stuðlar Barnabata
29. Nov 2019
Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga adventstiltaki fyri alla familjuna. Í ár fer stuðulin til “Í menniskjum góður tokki” hjá Barnabata.
les meir
Lánifíggjaður vøkstur hjá Tórshavnar Kommunu - í bestu tíðum!
29. Nov 2019
Brotin vallyfti hjá Fólkaflokkinum
les meir
FAG vil ikki dragast inn á danska arbeiðsmarknaðin
29. Nov 2019
Semingsstovnurin er givin at royna semju, eftir at Súlan og danska fakfelagið, FPU, vilja hava danskan arbeiðsrætt at galda millum flogternurnar og arbeiðsgevara-felagið. Ósemjan við flogternurnar snýr seg sostatt hvørki um løn ella arbeiðsumstøður – talan er um eitt prinsippmál
les meir
Nú skulu Ársins Leiðarar 2020 finnast
29. Nov 2019
Vit kjósa Ársins leiðarar fyri at fagnað leiðslufakinum og minna á, at góð leiðsla er ein torfør disiplin, sum tú eigur at taka í álvara og gera tær stóran ómak við. Sum leiðari, hevur tú stóra ávirkan á lívið hjá einum røð av menniskjum. Ikki bara tínum starvsfólkum. Nei, tað røkkur nógv longri.
les meir
















