Mentan
Fríhandilssáttmáli við Bretland undirskrivaður
02. Feb 2019
Føroyar og Bretland hava í morgun skrivað undir fríhandilssáttmála. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og George Hollingbery, handilsmálaráðharri, skrivaðu undir sáttmálan á hátíðarløtu í bretska uttanríkisráðnum. Bretski fiskimálaráðharrin, George Eustice, var eisini til staðar í sambandi við undirskrivingina.
les meir
GLS-LEIÐSLURÁÐSTEVNAN 2019 - væl nøgdir luttakarar
02. Feb 2019
Vikuskiftið, 18-19 januar, var 11-ta GLS-Leiðsluráðstevnan hildin í Norðurlandahúsinum. Umleið 350 luttakarar, kvinnur og menn, frá øllum landinum møttu upp kl.08:00 báðar dagarnar og sótu til kl.16:00, meðan teir tóku inn av tí, sum 12 útvaldir fyrilestrarhaldarar høvdu at bera fram. Millum hesar vóru tær boðar føroysku kvinnurnar Tóra við Keldu og Hilda Viderø.
les meir
Fyrisitingarlógin undir trýsti á Tvøroyri
01. Feb 2019
Nú er HIMR aftur í holt við at realitetsviðgera reella málið, nevnliga spurningin um rætt borgarstjórans at vera løgtingslimur-stundum innpakkað í eina uppseting um, at hetta bara snýr seg um at seta mál á skrá-men uttan at HIMR vil fyrihalda seg til, at HIMR í 2017 hevur konkluderað um veruliga spurningin frammanundan á púra ófullfíggjaðum grundarlagi. Harvið er HIMR ógegnugt, og tí kemur borgarstjórin fyrst at venda sær aftur til eftirlitið í mun til gildi á býráðssamtyktini, í mun til kommunustýrislógina og fyrisitingarrættin annars, og í tí sambandinum verður gjørt galdandi, at HIMR er ógegnugt at viðgera málið, sí eisini svarskrivið frá aðalstjóranum Turid Arge frá 13. December 2018 (sí viðheftað skriv).
les meir
Almenni arbeiðsgevarin fremur brot á galdandi sáttmála
01. Feb 2019
Fíggjarmálaráðið og kommunala arbeiðsgevarafelagið bróta ásetingina í sáttmálunum gjørda við Føroya Pedagogfelag um eftirlønir.
les meir
Menningarkvotur: Um ein spaki er ein spaki
01. Feb 2019
Avgerandi munur kann vera á at menna eitt og at menna annað; men hvat er hvat, tá talan er um menningarkvotur — fleiri spurningar verða reistir um tað veruliga endamálið við menningarkvotunum og treytirnar fyri útlutan.
les meir
Nú skal varpast ljós á miðstøð fyri diabetes
01. Feb 2019
Í dag verður atkvøtt í Løgtinginum um ein skrivligan fyrispurning (§ 53) frá mær til Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, viðvíkjandi “Tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum.” Fyrispuringurin og eftirflygjandi politiska viðgerðin í Tinginum skal varpa ljós á innihaldið í hesum málinum
les meir
VIKA SEX 2019
01. Feb 2019
Tá ung eru tilvitað um síni egnu mørk og mørkini hjá øðrum, duga tey betur at siga frá og skapa felagsskapir, har persónlig mørk verða vird.
les meir
Góður og virkin arbeiðsdagur í Tinganesi
31. Jan 2019
(Mynd omanfyri: Ovast frá vinstru sæst Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum og Rigmor Dam, fyrrverandi landsstýriskvinna í mentamálum. Niðast frá vinstru sæst Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, løgmaður og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum).
les meir
















