Mentan
Blue-Action: Nýggj H2020 verkætlan
06. Des 2016
Havstovan er við í eini nýggjari H2020 verkætlan, kallað Blue-Action. Verkætlanin byrjaði 1. desembur og í tí sambandi var tíðindaskriv sent út, sum kann lesast her. Tað er Danmarks Meteorologiske Institut, sum leiðir verkætlanina saman við Max Planck Institut í Týsklandi.
les meir
Video: Nýggjur 2 minus 1 vegur í Hvalba
03. Des 2016
FERÐSLUTRYGD: Fríggjadagin fingu hvalbingar ein sokallaðan 2 minus 1 veg. Talan er um fyrsta landsveg av hesum slagi í Føroyum. Tað er Hvalbiar kommuna, ið er komin við ynski um at betra um umstøðurnar hjá fólki til gongu og á súkklu eftir landsvegnum fram við sandinum í Hvalba. Samstundis sum akførini eisini skulu hava betri umstøður.
les meir
Ongin stuðul til privatar miðlar, ið ikki virða skrivi- og talufrælsið
02. Des 2016
Eirikur Lindenskov blaðstjóri á sosialinum skrivar mik. 30. nov. í oddagreinini um fjølmiðlaøkið, har hann endar við at skriva: - Enn bíðar so stuðulin til privatar miðlar.- Við mínum royndum við Eiriki á sosialinum, so kann eg ikki lata vera við at skriva tað, eg her skrivi: Eirikur og sosialurin eiga absolut ikki at fá so mikið sum eitt klovið oyra í stuðuli...
les meir
BYGDAR BÝARMENN Í ØLLUM FØROYUM HYGGI HER
02. Des 2016
Bygdar býarmenn–kvinnur úti í oyggjasamfeløg úti á bygdog í bý eg havi sum sagt nógv draga alment fram tá talan er um grunleggjandi og yvirskipa skeivleikar innan almenna privata lands ríkis kommunalar fyristingar í Tórshavn.
les meir
Tá Símun fekk jolluna, bragdaði
01. Des 2016
Í fyrstuni lænti hann bát frá teimum heima í bygdini, men bátsparturin gjørdist so stórur, at ov lítið var eftir. Tá eydnaðist honum á eini uppboðssølu at keypa eina jollu. Hon var tung at rógva, men við henni kom nógvur fiskur upp á land og varð borin í leypi niðan til húsini. Tað var somu leið, øll vøran frá kongliga einahandlinum í Havn varð borin. Símun fetlaði mjølsekkirnar og bar teir niðan, segði Zakarias Wang, m.a. í fyrilestri til “Miðviku” í Hoyvíkar kirkju 30. desember 2016 um Símun í Hoyvík (1798-1871)
les meir
Komandi býráð kemur til búgvið borð
01. Des 2016
Fíggjarætlanin fyri Tórshavnar kommunu fyri 2017 varð samtykt við aðru viðgerð á býráðsfundi í kvøld. Niðurstøðan hjá fráfarandi samgongu á fundinum var, at komandi býráð kemur til skorin klæði og yvirtekur eina kommunu, sum fíggjarliga ongantíð hevur verið so væl fyri, eina kommunu í rúkandi vøkstri, sum eigur meira á bók enn hon skyldar.
les meir
Demensætlanin má ikki fara fyri bakka!
01. Des 2016
Alzheimerfelagið hevur sent viðsenda skriv til Løgtingsins Fíggjarnevnd í samband við at eingin upphædd er avsett til Demensætlanina á fíggjarlógini fyri 2017. Í skrivinum stendur m.a.:
les meir
















