Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Stuðul til Kvinnuhúsfelagið og MBF

22. Feb 2016

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tvær umsóknir frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, tilsamans umleið 400 tkr. Hetta er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

les meir

ITN netverk hevur prógvað tyngdarkraftarbylgjur

22. Feb 2016

Slóðbrótandi gransking hevur prógvað ástøði hjá Einstein um tyngdarkraftarbylgjur. Verkætlanin handan hesa stórfingnu uppdaging ber heitið ‘GraWIToN project’ og hevur fingið stuðul úr FP7, sum er granskingarskráin hjá ES frammanundan Horizon 2020. Talan er um Initial Training Network, sum verður boðið út í flytføri skipanini, Marie Curie Actions.

les meir

Samhald heldur aðalfund mánakvøldið

21. Feb 2016

Samhald heldur aðalfund mánakvøldið, tann 22. febr., í Sjókaféini í Runavík. Byrjað verður, kl. 19.30, við eykaaðalfundi, har viðtøkubroyting er á skránni.

les meir

Útgáva: Ensk ritgerð um politisku søgu Føroya 1906-1925

21. Feb 2016

Fróðskapur hevur givið út bókina The Rise of Faroese Separatism. Danish-Faroese relations from 1906-1925 and the radicalization of the national- and home rule question, eftir Hans Andrias Sølvará. Hetta er ein stytt og nakað umskrivað ensk útgáva av bókini Frá sjálvstýri móti loysing, sum kom út í desember 2014. Enska útgávan hevur harumframt eitt nýtt brot við perspektivering fram til 1950ini.

les meir

Kommunufelagið valt nýggan næstformann

20. Feb 2016

Stýrið í Kommunufelagnum hevur á stýrisfundi í dag valt nýggjan næstformann. Nýggjur næstformaður í felagnum verður Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

les meir

Nýggjur sáttmáli millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

20. Feb 2016

Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hava í dag undirskrivað nýggjan sáttmála.

les meir

Havstovan við á Torradøgum

20. Feb 2016

Havstovan verður umboðað á veðurlagsstevnuni á Torradøgum leygardagin 20/2 kl 15:00 í Klakksvík.

les meir

Landsstýrismaður á ferð kring landið

20. Feb 2016

VITJANIR: Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur sett sær fyri at vitja kring landið, har Landsverk hevur sítt virksemi. Fyrsta vitjanin var í Suðuroy í gjár, har landsstýrismaðurin varð kunnaður um tær verkætlanir, sum antin eru í gongd ella møguliga verða settar í gongd.

les meir