Mentan
Nýggi sleipibáturin navngevast
28. Jan 2016
Faroe Agency, ið frammanundan eigur og rekur sleipibátin Maria, hevur fingið ein sleipibát afturat í flotan. Fríggjadagin 29. januar kl. 15 skipar felagið fyri móttøku á Bursatanga. Á móttøkuni verður nýggi sleipibáturin navngivin..
les meir
Landsstýriskvinna vitjar Glasir
28. Jan 2016
BYGGING: Mánadagin vitjaði landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, byggiplássið við Marknagil, har nýggi miðnámsskúlin verður bygdur. Umboð fyri Landsverk kunnaðu um arbeiðið við skúladeplinum, sum nú hevur fingið navnið “Glasir”, ið stavar frá norðurlendsku gudalæruni.
les meir
Margretha Drotning til Føroya í juni
28. Jan 2016
Hennara hátign Margretha Drotning kemur á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 13. juni til 16. juni.
les meir
Atlantssjógvurin feskari
27. Jan 2016
Sjógvurin í Norðuratlantshavi er vorðin feskari síðstu 2-3 árini. Orsøkin tykist vera, at broytingar eru hendar í upprunasjógvi yviri við Norðuramerika, haðani sjógvurin við okkara leiðir í stóran mun stavar.
les meir
Elektrikerne kører langt efter jobbet
27. Jan 2016
Hvert år bliver det til mange kilometer med job-transport, hvis man er elektriker – flere end for faglærte og lønmodtagere generelt, viser analyse
les meir
Sumbingar standa saman um Grannakaffi
27. Jan 2016
“Eg haldi, tað einasta rætta í einari lítlari bygd sum Sumba er, at fólk sláa seg saman at skipa fyri einum felags tiltaki,” sigur Daniel Johan Lisberg úr Sumba, sum var ein av fýra í bygdini, ið høvdu meldað seg sum vert fyri Grannakaffi í fjør. Sum tað er galdandi fyri fleiri aðrar vertir, vildi Daniel Johan verða vertur, tí hann er raktur av krabbameini, ella er “komin í puljuna”, sum hann sjálvur tekur til. Tá ið tað varð greitt, at tað vóru fýra fólk í Sumba, ið høvdu bjóðað seg fram sum vert fyri Grannakaffi, gjørdu tey av at gera eitt felags tiltak í skúlanum. Skúlin rúmar fitt av fólki og hevur sera góðar umstøður til slík tiltøk, og tey fýra roknaðu við at savna fleiri fólk til eitt felags tiltak í skúlanum, heldur enn fýra tiltøk heima hvør sær.
les meir
Kanska dugir nevndin at valsa
27. Jan 2016
Valla hevði fiskimálaráðharrin sett sín arbeiðsbólk at fyrireika nýskipanir fyri føroyskan fiskivinnupolitikk, fyrrenn bólkurin — helst av óvart — traðkaði í ta publicitets dyllu hann annars vildi stýra uttanum; vónandi hendi eingin skaði.
les meir
Álvarslig ferðsluvanlukka í Havn kravt eitt mannalív
27. Jan 2016
Í gjár kl. 16:08 fekk politiið umvegis alarmsentralin fráboðan um, at ein álsvarlig ferðsluvanlukka var hend á Velbastaðvegnum í Havn.
les meir
















