Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pidda-gølan: Ákærin rennir undan

Dan Klein --- 11.08.2018 - 09:35

Perlur: Fleiri vitnir sluppu ikki at siga hvat tey vistu í rættinum, tí hetta var við til at fylla ákæruritið uppaftur meira sundur. Mamma Pidda, Kirstin Hansen, er ikki í iva: Verður kroatin dømdur, kemur sannleikin ongantíð fram um sonin. Hon er ikki í iva um, at ákæruvaldið heldur hondina yvir fleiri persónum, og hon vónar bara, at eisini onnur síggja hetta.

Seinast lagt út á netið 03.12. 2012 kl. 08:42

Einglapressan hevur rettoriskt borið sama boðskap, sum ákæruvaldið. T.d. brúkti Sosialurin umvegis Olivant vendingar um Ludin, sum sínar egnu viðmerkingar. Somu vendingar brúkti ákærin!? Tá verjin segði, at Føroyar í samband við rættartrygdina, vóru fimti ár aftanfyri Danmark, fekk hetta mikrofon-haldaran í Kringvarpinum persónliga at siga, at hetta var nógv yvirdrivið!?

Vit vita, at Einglapressan hevur dúgliga endurgivið gitingarnar hjá ákæranum, sum sannleikar, meðan verjin hevur ikki fingið somu rúmd, og tað er í sjálvum sær sera avdúkandi.

Vit fara – um kroatin verður dømdur ella ikki, at lýsa tær støður, sum ákæruvaldið als ikki vildi taka við inn í rættin. Ákærin helt t.d. uppá, at Piddi var dripin, sjálvt um 10 vitnir høvdu sæð hann við rundkoyringina í Runavík, men varð ill, og vildi ikki vita av, at mamma Pidda segði, at Piddi saktans kundi hava verið heima hjá teimum leygardagin 5. november 2011, tá tey vóru í Danmark.

Kirstin sigur, at tey altíð leggja lyklarnar soleiðis, at øll børnini altíð sleppa inn.

Men ákærin rann og rennir undan.

Víst verður m.a. eisini til hesar leinkjur:

http://www.oyggjatidindi.com/news-progvini+hja+akaeruvaldinum+fylladi+sundur_tmiw.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+smurdi+blod+a+venjingarskogvar.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+rdquooverkillrdquo.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-akaeruvaldid+svikar+vid+teknisku+progvunum+i+piddagoluni.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+i+panikki+bleiv+madur+handtikin+i+raettinum.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+nu+hevur+akaerin+trupulleikar+vid+einum+pinnstivum+liki.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-piddagolan+sjonleikurin+aftur+a+pall.htm

http://www.oyggjatidindi.com/news-oddagrein+piddagolan.htm