Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Pressan og lúshundurin

Nýtt og gott gamalt: Herfyri varð lýst við sending í KvF, har Øssur Winthereig, hevur “vunnið” rættin hjá leiðsluni í Kringvarpinum, at vera “Sheriffurin”, sum heldur í oyrunum á føroysku pressuni. Hann var annars partur av KvF-“toyminum”, upp gjøgnum áttati- og nítiárini, sum lat eyguni aftur fyri ruðuleika, og lógloysi, sum tá hendi, og sum enn spøkir, sum grílu-revurin, ið bjóðar seg fram at ansa høsnunum.

Greinað og skrivað av Dan Klein, journalisti:

Fyrstu ferð lagt út á netið 07.09.2018 - 07:44


Sjálvur sigur “verturin” um sendingina, at  tað er ein sending, sum tekur saman um nøkur aktuel evni í vikuni og viðger, hvussu tey hava verið dekkað í miðlunum. Men í sendingini verða eisini ymiskt evni viðgjørd, ið hava við fjølmiðlar og miðlastøðuna í Føroyum og altjóða at gera”.


Vit vita frá øðrum sendingum við sama tema, og sama persóni, at evnini, ið verða viðgjørd, eru vald út eftir tíðindaflatuni hjá KvF, Sosialinum, Dimmalætting og onkrum hendinga portali. Sostatt er talan um “sjálvbestaltaðu elituna”, sum skal tryggja hvørji evnir als ikki skulu verða viðgjørd.


Verturin: “Eg ætli, at ein partur av sendingini – kanska einir 25-30 minuttir – verður kjak/prát við fólk við ábyrgd av summum miðlum og/ella fólk við vitan og áhuga fyri miðlum. Hugsi, at eini 2-4 fólk kunnu vera við hvørja ferð – veldst um evnið og viðurskiftini annars”.


Sostatt er tað greitt, at verturin hevur fingið heimildina, at velja evnir og persónar til og frá.

 

Verturin sigur: “Kringvarpið hevur ovastu ábyrgdina av sendingini, men tað eri eg sum havi dagligu ábyrgdina av innihaldinum”.

 

Eingin kann taka feil av hesi staðfestingini.

 

Verturin leggur trumfin á: “Eingin redkatørur í KvF skal góðkenna innihald ella val av gestum.”

 

Forútgóðkendur vertur

Verturin gloymir at fortelja, at hann er forútvaldur av leiðsluni, sum, mugu vit ganga út frá, kennir vertin, sum sín egna “buksulumma”, og styrkina til rættan sjálvsensur, sum góður lið- og viðspælari frá áttatiárunum, sum longu hevur staðfest, at KvF sjálvandi hevur ábyrgdina av sendingini hjá honum. So mikið av alit er millum "velafólki" har.

 

Hvussu hetta ávirkar kunnu vit fáa eina hylling av, tá verturin dregur “serfrøðingarnar” inn í útvarpsstovuna, at klóka seg uppá eina pressu, sum fleiri ikki halda, er før fyri at standa á egnum beinum, men hevur brúk fyri akademiskum selum, og Justia-reim, í herdaðum, og poleraðum løgfrøðislum leðri, serverað pedagogiskt í kjaftabreiðum “gormé-terningum”.


Eitt sindur sensurkent, ella hur?!


Á Facebook kom fram, at KvF hevði lýst eftir ”vertum” til at gera sendingar fyri stovnin, og at Øssur Winthereig, fekk bingo, og kr. 5.000,00 fyri at gera sendingina. Lýsingin hevur staðið á einari stongdari síðu við útvaldum journalistum hangandi uppií, so longu har byrjaði stovnurin at velja til, og at velja frá.

Eg havi vita um bólkin, men eri ikki bjóðaður inn. Kenni eisini harramentalitetin millum ávís miðlafólk og teirra "klóku" meiningar. Trúgvi onki uppá, at eg eri tann einasti við slíkari uppfatan, men livst so spyrst.

SOSialhjálpin til tey røttu

Fyri fleiri árum síðani byrjaði at knirka undir miðlasamtakinum í Vágsbotni, sum hevði fingið ilt í pungin. Roynt varð at fáa Føroya Tele, undir parolluni, "alment partafelag", at keypa seg inn, at geva eitt "nummar" fyri bjarga neyðstøddu reyðu tunnufjøluni, men tað riggaði ikki, sjálvt um stíva slangan var drigin út, og klár at spræna niður í reyða politiska holið við lívsjáttandi og kitlandi dropum, so gjørdist politiska "teysin" ikki gitin við tað høvi. Slangan varð drigin innaftur, og dupultlynlás sett í frá Heilmá. Stjórin hevði verið ov grammur, og mátti bøta við starvinum, men tað gjørdi minni. Hann bleiv kortini ársins leiðari, og er aftur á almennu rókini.

Men reyða tunnufjølin í Vágsbotni fekk tað bara verri, og verri, og tað kann vera, at eitt alment partafelag ikki kundi sleppa inn at bjarga neyðstøddu úrskógini av portal, pappíri- og mikrofonhaldi, men onkur hevði oyst í oyra hjá teimum røttu, at landskassin saktans kundi bjarga reyðu fjøluni í Vágsbotni, men so mátti man bara taka tað súra við tí góða. Lata sum um allur miðlaheimurin skuldi stuðlast, so kundi man innbyggja forðingar til tann ella tey, sum vóru óynskt.

Tað var skjótt, at ein innbygd akademisk trøllahurð kundi geva meining. Kravt var av øllum miðlum, at teir skuldu vísa roknskap við minst trimum ársverkum. Tað hildu tey kortini var ov nógv kravt, so hetta bleiv broytt til tvey ársverk, og so var pláss til at avvísa teimum "skeivu", men kortini mála við breyðum pensli til hini.

Tað var umráðandi, at reyða tunnufjølin fekk sína millióna SOSialhjálp, og vinirnir, Dumma og hinir skuldu leskast eftir tørvi. Molarnir fingu so tey, sum kanska ikki vóru limir í klaninum, men toldir, sum "et nødvendigt onde".

Men trupulleikin er, at "reyða tunnifjølin" í Vágsbotni, hevur grátið, sum lítið barn líka síðani hon fekk suttufløskuna við "supskráloljuískoyti", uttan, at tað tó hevur givið minsta linna í kvistin. Men nú fer aftur at bera til hjá neyðardýrunum. MMR hevur avgjørt, at Alladins hola aftur skal opnast, so pláss skal vera fyri einum RØVARAtilboði, so skuldartræið í Bank Nordik, og Prentstøðini, kunnu fáa blóðsmakkin av pengum frá teimum veiku, pensionistunum, og hartarbeiðandi sjómonnum, sum almenni kassin hevur sogið til sín til verri tíðir.

Nú er tíðin komin hjá Reyðu fjølini aftur at dansa um gullkálvin í Vágsbotni.

Til tey óynsktu er lógarkravi framvegis minst tvey ársverk, og ongin umsókn, so meira verður til vinirnar, nú tey komu úr ódnini og kunnu nýta túrin í logn eina løtu aftrat. Men næsta ár opnar MMR aftur Aladdins holu við RØVARAtilboði við blóðsmakki frá øllum hinum.

Leinkjur til aðrar Brellbitar:

http://www.oyggjatidindi.com/avduking+danski+staturin+var+vid+i+coverup.html

http://www.oyggjatidindi.com/brellbitin+2+hjunarskilnadur+fekk+onga+realitetsvidgerd+i+skiftiraettinum.html

http://www.oyggjatidindi.com/irflanid+sum+i+veruleikanum+var+eitt+ran.html

Korruptionspolitiet Greco bekæmper snyd og bedrag, har flere ganga henvendt sig kritisk overfor Danmark, om korruption imellem politikere, dommere, og anklarere inden for retsvæsenet.

Her er leinkja til Berlinske Tidende:

https://www.b.dk/globalt/korruptionspoliti-er-bekymret-over-danmark-og-skaerper-sag





[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=tEs_Vsoocbw]
Her verða fólk valt til og valt frá av sensurnevndini hjá KvF í áttatiárunum. Tey somu, sum í dag siga seg halda í oyrunum á pressuni. Pressarar.