Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røða: Seinni heimsbardagi er ein skakandi táttur í okkara siglingarsøgu

Seinni heimsbardagi er ein skakandi táttur í okkara siglingarsøgu. Ein sorgarsøga av teimum stóru. Tað vísti løgmaður millum annað á undir minnisgudstænastu í Dómkirkjuni í gjár.

- Eftir seinna heimsbardaga samtykti Løgtingið, at allahalgannadagur, ið er ein aldargamal minningardagur, skuldi haldast sum minningardagur teirra sjólátnu. Samtyktin sigur ikki bara nakað um umstøðurnar her í Føroyum. Samtyktin sigur eisini nakað um samanhaldið millum fólk okkara. At tá ið á stendur, og sorgin og deyðin vitja, tá hyggja vit ikki burtur. Vit standa saman við teimum, sum hava mist, og vísa teimum virðing og stuðul, segði Aksel V. Johannesen millum annað.

Fólkakirkjan og manningarfeløgini skipaðu fyri minnisgudstænastuni í Dómkirkjuni í gjár, nú 70 ár eru liðin síðan seinna heimsbardaga.

Røða løgmans kann lesast her: http://cdn.lms.fo/media/7090/dómkirkjan.pdf

--------------

Ikki øll eru samd við broytingunum um, hvør hevur rætt til at standa á almenna minningarlistanum og hvør ikki hevur. Trýst á linkin niðanfyri: 

http://www.oyggjatidindi.com/ta+tey+livandi+druknadu+i+formalitetum+og+govu+deydanum+liv.html