Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Til lukku við valinum!

Tit sum nú eru afturvald og tit sum eru nývald, til lukku við valinum. Tit hava fingið latið upp í hendurnar eina stóra og ábyrgdarfulla uppgávu. Tað eru tit sum skulu leggja kósina komandi fýra árini.

Vit í Føroya Pedagogfelag vilja nýta høvið at minna á okkara trý ynski til tykkum, við vón um at tey vera tikin við í framtíðar stýringini av landinum.

 

Okkara ynski um at eitt minstamark fyri tímajáttan verður lógarfest, ikki tí okkum tørvar arbeiðstímar, men tí vit hava tørv at tryggja børnunum, at tey hava nóg nógv vaksin um tey. Vit vilja tryggja at børnini fáa tað tíð tey hava uppiborið.

 

Okkara ynski um at arbeiðið við einari tænastulóg ella sosialari lóggávu heldur áfram, fyri at tryggja at borgarin veit hvørjar umstøður og hvørji tilboð samfelagið bjóðar. Lóggávan má tryggja at borgarin hevur trygg viðurskifti at liva í.

 

Okkara ynski um at lønarviðurskiftini hjá okkara limum veruliga vera viðgjørd og endurskoða og skipað, verður fyri at vit fáa eina rættvísa lønarskipan, eina almenna lønartalvu grunda á útbúgvingarstøði.

 

Vit, líka so væl sum tit, vilja virka við ábyrgd fyri tí arbeiðinum vit gera - okkum tørvar tó tykkara stuðul og vilja at tryggja okkum teir røttu karmarnar.


Enn einaferð til lukku við valinum, við vón um eitt gott samstarv og eina hepna hond í framtíðini.

 

Vegna nevndina í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow, formaður.