Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tummas Frank Joensen vann sýsluformansvalið í Sandoyar Sýslu og verður nýggjur nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag.

Tummas Frank vann

Eftir: Ingolf S. Olsen

Úrslitið av sýsluformansvalinum í Sandoyar Sýslu merkir, at Tummas Frank Joensen frá 1. februar at rokna loysir Sniálv Røvilsberg av í nevndini í Føroya Fiskimannafelag.

Avbjóðarin Tummas Frank Joensen í Skúgvi vann á Sniálvi Røvilsberg á sýsluformansvalinum í Sandoyar Sýslu. Tað var greitt, tá uppteljingin var liðug á grannskoðaravirkinum Januar í morgun.

Tummas Frank Joensen fekk 67 prosent av atkvøðunum, meðan Sniálvur Røvilsberg, sitandi sýsluformaður, fekk 33 prosent. 48 av 117 limum – 41 prosent – greiddu atkvøðu á valinum.

Tað var bert í Sandoyar Sýslu at nakað veruligt val var, tí í øllum hinum sýslunum vórðu sitandi formenn valdir uttan mótvalevni.

Kelda: www.fiskimannafelag.fo