Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uttanflokkalistin klárur til fólkatingsvalið!

Teir hildu, at tað ikki bar til, men teir fingu annað at síggja!  

Uttanflokkalistin stillar upp til fólkatingið fyri at vinna aftur okkara rætt til sjálvi at gera av hvat ið skal henda her hjá okkum.

Flokkarnir hildu, at listin ikki fór at megna at stilla upp, tí teir høvdu ásett, at teir sjálvir kundu stilla upp uttan stillarar yvirhøvur, men at uttanflokkalistar skulu hava minst 150 stillarar.

Men tí miklu undirtøku fyri at takka, listin hevur fingið, er hann nú komin um fyrsta snávingarsteinin og er klárur at leggja fyri valnevndina tá valið er útskrivað. 

Nú er gøtan greið til at Føroya fólk kann senda tey boð til komandi donsku stjórn, at vit ikki longur vilja lata okkum tann órætt lynda, sum hon og allar aðrar danskar stjórnir higartil hava boðið okkum.

Zakarias Wang

Fólkatingsvalevni