Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

159 føroyingar fingið staðfest smittuna

30. Mar 2020

Tað eru nú í alt 159 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3637 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

les meir

Tey smittaðu skulu í sóttarhald í 14 dagar

30. Mar 2020

Leiðreglurnar fyri tey, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, verða nú herdar. Uttan mun til nær tey hava havt seinastu sjúkueyðkenni, so skulu tey nú verða í sóttarhaldi í 14 dagar eftir staðfesta smittu.

les meir

155 føroyingar fingið staðfest smittuna

29. Mar 2020

Tað eru nú í alt 155 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3346 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

les meir

Vegleiðing um rættin hjá tímaløntum til løn í samband við Covid-19

29. Mar 2020

Í samband við íkomnu støðuna viðv. korona, hevur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørt
hesa vegleiðing um rættin hjá tímaløntum til løn.

les meir

ENGSO-aðalfundurin útsettur

29. Mar 2020

ENGSO, meginfelagið hjá ítróttasambondum og olympiskum nevndum í Evropa, hevur útsett aðalfundin, sum ÍSF skuldi verða vertur fyri í juni í ár

les meir

Ábendingar um, at toskurin á Føroyabanka er komin fyri seg aftur

28. Mar 2020

Sum kunnugt hevur søguliga lítið verið at fingið av toski og hýsu í Føroyabanka síðan 2006 og hevur Føroyabanki verið friðaður síðan 2009. Í 2017 sást, at hýsan var komin fyri seg aftur, men meira striltið gekk við toskinum.

les meir

Altjóða ráðstevna útsett

28. Mar 2020

GRANSKING: P/F Fiskaaling avlýsir nú stóru lúsaráðstevnuna, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum 7-11 septembur 2020, orsakað av covid-19 farsóttini. Ráðstevnan verður útsett í eitt ár.

les meir

Svartkjaftakanningar avlýstar

28. Mar 2020

Korona (COVID19) ávirkar nú eisini sigliætlanina hjá Magnus Heinasyni, sum eftir ætlan skuldi luttaka í altjóða felagskanning av svartkjafti komandi tvær vikurnar, saman við fýra øðrum londum. Longu fyri tveimum vikum síðani komu boð frá tveimum av luttakaralondunum um, at tey kundu ikki vera við orsakað av farssóttini.

les meir