Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Strandarlandasamráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild fyri 2020 loknar

27. Okt 2019

Herfyri vóru strandarlandasamráðingar í London um fiskiskapin eftir svartkjafti og norðhavssild fyri 2020.

les meir

Samráðingar um kongafisk í Irmingerhavinum

27. Okt 2019

Samráðingar hava verið í London um fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingerhavinum. Á fundinum vóru strandarlondini Føroyar, Ísland og Grønland umframt ES. Noreg og Russland, sum eisini vóru boðin við til fundin, møttu ikki upp. ES, Russland og Noreg verða boðin við til samráðingarnar, tí tey eisini fiska kongafisk í Irmingerhavinum.

les meir

Føroyska makrelkvotan í 2020 verður 116.188 tons

27. Okt 2019

Strandarlondini Føroyar, ES og Noreg hava í dag undirritað semju um fiskiskapin eftir makreli fyri 2020. Semjan er gjørd innanfyri karmarnar á Makrelsemjuni frá 12. mars 2014 í London, sum var longd í Bergen 29. november 2018.

les meir

Útnorðurráðið haft ársfund í Nuuk

26. Okt 2019

Útnorðurráðið, sum er parlamentariskt samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar, hevur í døgunum 22-24 oktober haft ársfund í Nuuk, har 6 tinglimir úr Føroyum luttóku. Úr Íslandi og Grønlandi luttóku somuleiðis 6 tinglimir úr hvørjum landi.

les meir

Barnakonur kunnu nú koppsetast ókeypis ímóti kikhosta

26. Okt 2019

Nú fáa barnakonur tilboð um at verða koppsettar ókeypis ímóti kikhosta. Tilboðið kemur í gildi í morgin, og verður í gildi til 1. februar 2020.

les meir

Landsstýriskvinnan vitjar MEGD

26. Okt 2019

Mikudagin 23. oktober vitjaði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna MEGD.

les meir

Fundur millum Diabetesfelagið og Kaj Leo Holm Johannesen

26. Okt 2019

Hósdagin var fundur millum Diabetesfelag Føroya og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann.

les meir

REGIN I JAKOBSEN NÝGGJUR STJÓRI HJÁ VÁGA FLOGHAVN

25. Okt 2019

Eftir at farið varð undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra fyri eini tíð síðani, hevur nevndin fyri P/F Vága Floghavn gjørt av at seta Regin I Jakobsen sum stjóra í felagnum. Ikki færri enn góðir 60 umsøkjarar vóru til starvið, teirra millum fleiri ógvuliga væl skikkaðir.

les meir