Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Lívfrøðiligar kanningar av makrelveiðu

29. Mar 2017

Tá stovnsmetingar verða gjørdar av t.d. makreli, er ein av høvuðskeldunum veiðitøl frá fiskiskapinum. Tí er umráðandi at fáa sýni av veiðuni til Havstovuna, soleiðis at longd og aldur á fiskinum kann staðfestast. Hesi sýni skulu tí verða umboðandi fyri fiskiskapin, bæði fyri árstíð og fiskiøki.

les meir

Semja undirskrivað við Finansforbundet

28. Mar 2017

Nýggjur tvey ára sáttmáli er gjørdur fyri starvsfólk, sum starvast í BankNordik, Trygd og Skyn.

les meir

Heðin Mortensen fær umbering fyri falska skuldseting

28. Mar 2017

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 55/2016 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, um fyrispurningur um kæru til løgtingsins formansskap hin 16. februar 2000 frá táverandi løgmanni, Anfinni Kallsberg, har hesin av órøttum ákærdi undirritaða fyri at bróta tagnarskyldu mína sum næstformaður í Uttanlandsnevnd løgtingsins, settur Aksel V. Johannesen, løgmanni, frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni

les meir

Anni granskar smáverur í Indiska havinum

28. Mar 2017

Anni Djurhuus hevur fingið grein almannakunngjørda í Royal Society Open Science um útbreiðslu av smáverum ígjøgnum dynamiskar frontar og bankar. Greinin viðger smáveru samfelagið frá subtropiskum til subantarkist økið í útsynnings Indiska havinum. Tílík dynamisk umhvørvi eru millum tey mest produktivu umráðini í heimhøvunum. Serliga tað í Indiska havinum har Aghulas streymurin blandar tað subtropiska og subantarkstiska vatnið saman í ein meldur. Lítil og eingin vitan er um smáverur í tílíkum skipanum.

les meir

Enn er eingin formlig áheitan komin um fíggjarligan stuðul

28. Mar 2017

Enn er eingin formlig áheitan komin um fíggjarligan stuðul, men sambært ÍSF hava herdu krøvini við sær, at trygd skal verða fingin fyri fíggingini longu, tá søkt verður um at fáa vertskapin fyri Oyggjaleikirnar.

les meir

Myndagreining av føroyskari luttøku í Horizon 2020

28. Mar 2017

Ein skipan, sum studentar hava ment fyri Vinnova í Svøríki, kann vísa luttøkuna í Horizon 2020 á ein einfaldan grafiskan hátt. Skipanin varð víst fram á fundi í Brussel í vikuni. Talan er um eina beta útgávu av skipan, sum er tøk hjá øllum at nýta.

les meir

Konfirmantar í Skopunar kirkju

28. Mar 2017

Konfirmantar í Skopunar kirkju, sunnudagin 9. apríl 2017, kl. 11.00, við Havsteini Klein, sóknarpresti

les meir

Ein hin týdningarmesta ogn Føroya - Kvøða á móðurmálsdegnum

27. Mar 2017

“Tá eg byrjaði at læra føroyskt, tosaði eg norskt, og føroyskt ljóðaði so stuttligt, sum ein avdottin norskur bóndi frá einum fjarum dali. Nú eg tosi tað nógv betri sjálvur, týðir tað so nógv meira. Føroyskt er vorðið mín lykil til eina livandi mentan, nýggjar vinir, og faktiskt Norðurlond yvirhøvur nú og í fortíðini. Trupult at ímynda mær eitt lív uttan.” - Remco Knooihuizen úr Hollandi

les meir