Mentan
Fornminni í 3D
19. Des 2016
Nú kunnu øll uppliva fornminni, landssløg og gripir hjá Søvnum Landsins í 3D.
les meir
Ein fólkarættur, at fólk hava egið akfar
19. Des 2016
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður: Fyrispurningur um prísmun á bilum í Danmark og Føroyum. Gerandisdagurin hjá eldra ættarliðinum kring landið, pensjónistunum, gerst munandi lættari, tá bilur er í húsinum. Er talan um nýggjan bil, verða ongar verkstaðsrokningar fyrstu árini, og lættaru bilarnir eru eisini bíligari í vegskatti og rakstri, men keypsprísurin er høgur.
les meir
Lættari at sagt, at hendan lógin ikki er galdandi fyri Oyggjatíðindi
18. Des 2016
Hvat viðvíkur uppskotinum um at stuðla privatum miðlum, so kundu teir sloppið undan at sett eitt lógaruppskot fram við nógvum vrøvli-teksti, fyri at royna at fjala hvat endamálið í veruleikanum er, nevniliga at lata ávísum útvaldum miðlum, sosialhjálp, og velja Oyggjatíðindi og kanska onnur frá, tá blaðið kortini ikki uppfyllir treytirnar at søkja, og tað er eisini langt frá víst, at nøkur sum helst umsókn kom frá okkara síðu.
les meir
Boringin av Eysturoyartunlinum kann nú byrja
17. Des 2016
Endaliga lánsavtalan í samband við bygging av Eystur- og Sandoyartunlunum er nú undirskrivað, og øll formlig viðurskifti eru komin upp á pláss. Byrjast kann tí at bora Eysturoyartunnilin, og tá ið hesin er liðugt boraður, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin.
les meir
Príslækking í undirsjóvartunlunum
17. Des 2016
Nevndirnar í P/F Norðoyatunlinum og P/F Vágatunlinum hava avgjørt at lækka prísirnar á nýggjárinum. Størstu lækkingarnar eru í Norðoyatunlinum.
les meir
Makrelprotokollin við Kina er komin í gildi
16. Des 2016
Protokollin millum Føroyar og Kina á heilsufrøðiliga økinum viðvíkjandi frystum makreli til Kina kom í gildi 13. desember. Sonevnda makrelprotokollin er ein avtala millum Føroyar og Kina um krøvini til eftirlit og karantenu viðvíkjandi frystum makreli, ið verður útfluttur úr Føroyum til Kina.
les meir
Helgi Abrahamsen spyr um vandan fyri hoyriskaðum
16. Des 2016
Hóast dømi eru um, at fólk hava fingið varandi hoyriskaðar av hørðum tónleiki á almennum støðum í Føroyum, so bendir einki á, at nøkur lóggáva er á økinum. Helgi Abrahamsen, sum hesa vikuna hevur sæti á tingi, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein § 52a fyrispurning um hetta.
les meir
















