Mentan
Spegilsmyndin á eitt ára degnum
19. Sep 2016
Eitt ár er nú liðið, síðani øll landsstýrissamgongan varð skift út, og Framsókn – saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi - fyri fyrstu ferð tók við stjórnarvaldi. Hetta er eitt hóskandi høvi at steðga á og eftirmeta politisku gongd okkara. Tí stjórnarvald hevur bara tann uppiborið, sum við eyðmýkt og jøvnum millumbilum lítur í spegilin fyri at kanna eftir, um honum dámar tað, hann sær. Í politikki merkir tað: Er samsvar ímillum tað, hann hevur lovað, og tað, hann hevur útint?
les meir
Magni Laksáfoss á ráðstevnu um samfelagsbúskap
19. Sep 2016
Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er í hesum døgum á ráðstevnu um samfelagsbúskap, í Kansas City í Missouri. Á ráðstevnuni verða nøkur høvuðsevni umrødd og viðgjørd av fremstu búskaparfrøðingum í heiminum. Eitt av hesum evnum er sokallaða fyribrigdið, Secular Stagnation - Causes and Remedies
les meir
Áhugaverd rundferð í Kongressini
18. Sep 2016
Dagurin í dag – fríggjadagur – snýr seg um amerikanskan innan- og uttanríkispolitikk. Í morgun byrjaðu vit at hoyra tríggjar serfrøðingar, Thomas Wright, John Hudak og George Ingram greiða frá um forsetavalevnini hesa ferð. Sera áhugavert at hoyra, hvussu amerikanarar uppfata valstríðið millum Clinton og Trump.
les meir
Er nakar fjølmiðlasiður í KVF
18. Sep 2016
Aftan á at hava lurtað eftir tínum elendigu sendingum á R7, havi eg absolutt onga tiltrúgv til tíni evni at reflektera yvir nakað sum helst. (citat Brynhild Thomsen, journalistur)
les meir
Kubanska sendifrúgvin hitt Poul Michelsen og Høgna Hoydal
18. Sep 2016
Fyrradagin hitti kubanska sendifrúgvin til Danmarkar, Yilliam Gómez, landsstýrismennirnar Poul Michelsen og Høgna Hoydal á fundi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.
les meir
Sjúka og aldur skiljast sundur
18. Sep 2016
Nýtt Sjálvstýri fer komandi fýra árini at seta hjálp inn í mun til brekið, sum tann einstaki borgarin ber. Aldurin skal framyvir ikki vera ein forðing fyri, at fólk fáa neyðugu hjálpina
les meir
Spennandi innføring í amerikonsk viðurskifti
17. Sep 2016
Stórur munur er á dagligu tíðindunum um amerikonsk viðurskifti í Evropa – og so at hoyra amerikanarar sjálvar greiða frá. Tað má ásannast, nú veruliga er farið undir skránna hjá parlamentarikarabólkinum, sum vitjar USA í sambandi við ársaðalfundin hjá ST. Í bólkinum eru 8 parlamentarikarar úr Danmark, ein úr Grønlandi og ein úr Føroyum.
les meir
Mentaliseringsskeið
17. Sep 2016
Barnaverndarstovan og Eind 10 í Almannaverkinum skipa nú aftur fyri sonevndum mentaliseringsskeiðum, ið venda sær til fólk, ið arbeiða við børnum, ungum og vaksnum, ið hava verið fyri vansorgan.
les meir
















