Mentan
Nú er tíðin komin at byggja út!
24. Nov 2013
Røða til Havnar Svimjifelag á 75 ára degi felagsins.
les meir
Plimsollarin á Vestaru vág – CIP(2)
23. Nov 2013
Fyrsta ferðin, eg við berum eygum sá “Magnus Heinason”, var á onkrum havmiði í Barentshavinum. Í 1978. Framtungur, við fullari vomb av salti, kom hann tóvandi eystureftir í góðveðrinum hendan várdagin. Fiskiskapurin var slakur í norskum og russiskum sjógvi um hetta mundið, og flestu togararnir komu heimaftur við einum sjatti og meginpartinum av saltinum á banjaranum. Vit fóru í ísfisk undir Føroyum, rokaðust dúgliga í upsanum, teir brestust átøkir nýsum í pavninum, tað stóð bara á at skjóta, hála, bøta og spleysa, - bløðga, kryvja og ísa, og Magnus gjørdi somu royndina, men nakað eftir frættist, at Heðin M. Klein fiskimálaráðharri hevði keypt hetta lutfalsliga nýggja skipið til havrannsóknir.
les meir
Stórur dagur í Føroya søgu
23. Nov 2013
Fáur hevði grunað, at hósdagurin 14. november 2013 skuldi gerast ein merkisdagur í Føroya søgu. Men tá Dagur og Vika var á skránni, kom formaður Javnaðarfloksins á skíggjan, og hann segði, at vit skuldu hava eina fólkaatkvøðu um eitt mál, sum í løtuni er til viðgerðar í landsstýrinum.
les meir
10 ára, miðvís stremban loksins givið úrslit
23. Nov 2013
Saltsilogrunnurin boðar hervið frá, at Fíggjarmálaráðið í skrivi, sum er móttikið í morgun, gevur grønt ljós til framhald av Saltsilo verkætlanini, og sostatt hava allir, tríggir stuðulsveitararnir givið Grunninum heimild til at fullføra byggiverkætlanina SALT á Drelnesi.
les meir
Saltsilo-bygging: 50 arbeiðspláss og 12 mió. kr. í lønum
12. Nov 2013
Uml. 12 mió. kr. skulu gjaldast í lønum, og uml. 50 arbeiðspláss verða knýtt at arbeiðinum, nú Saltsiloin á Drellnesi skal endurbyggjast. Onnur nýggj og varandi arbeiðspláss, inntøkur og vøkstur kunnu spyrjast burturúr í allari Suðuroy, um góðar kreftir frameftir kombinera mentanarmiðdepilin við cruise-vinnu og eitt kreativt upplivingarvinnuligt tilboð til ferðafólk
les meir
Nýskapandi 3 - ára sáttmáli
12. Nov 2013
Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelagið hinumegin gjørdu tann 8. november nýggjan 3-ára sáttmála fyri limir hjá hesum feløgum, sum sigla við Strandfaraskipum Landsins.
les meir
Amerikonsk/donsk njósnan í føroyskum búna
12. Nov 2013
Mong minnast ella hava hoyrt um, hvussu amerikumenn nýttu danir til at slóa veg fyri radarstøðini á Sornfelli. Danir fingu allar útreiðslur refunderaðar via lægri NATO-gjald...
les meir
Ein góð móttøka
12. Nov 2013
Øll skulu kenna seg at verða vælkomin í Tórshavnar kommunu. Tí handar kommunan øllum nýggjum borgarum ein vælkomupakka.
les meir