Mentan
Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnuroyndum 2020
18. Feb 2020
Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.
les meir
Stuðul at granska atferð hjá politikarum
17. Feb 2020
Hallbera F. West, ph.d. í stjórnmálafrøði og útbúgvingarleiðari fyri West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum, hevur fingið játtaðar 722.000 krónur úr Carlsberg-grunninum til at granska atferðina hjá fólkavaldum politikarum.
les meir
7 nýggir venjarar fingu prógv
17. Feb 2020
Seinasta vikuskiftið, 15. og 16. februar 2020, skipaði ÍSF fyri venjara 1 skeiði í Glyvra Skúla. Hetta var tað fyrsta av fyribils 5 venjaraskeiðum, sum ÍSF fer at skipa fyri komandi vikurnar.
les meir
Nýggj grein um tolsemi og ideologiska bólkaatferð
17. Feb 2020
”Neutralizing Prejudices” er heitið á grein hjá Rúna Johannesen, ið júst er útgivin í Grounded Theory Review. Fyrsta umfar av granskinigini byrjaði í samband við hansara masturlæru útbúgving á Fróðskaparsetrinum, innan sosialvísindi og planlegging. Síðani hevur hann tikið leistin uppaftur, savnað meira dáta og uppbygt ástøðina. Ástøðin snýr seg um ta tolerantu ideologiina og handfaringina av mótbólkinum, nevndur ”fólk við fordómum”. Greinin er sostatt um bólkaatferð, bólkasálarfrøði og bólkastríð.
les meir
Tunnilsverkætlanin í Hvalba ávirkar ferðsluna
17. Feb 2020
VERKÆTLAN: Fyrr í vikuni kunngjørdi Landsverk, at vegurin út í Nes í Hvalba verður umlagdur. Nýggi tunnilsvegurin til Hvalbiartunnilin skal bindast í verandi veg, og tí er neyðugt við einum fyribilsvegi úr Hvalba út í Nes, meðan íbindingin verður gjørd.
les meir
Evropa hevur sett eina grøna ætlan á breddan
16. Feb 2020
Grøna ætlanin hjá ES kommissiónini skal gera Evropa førandi sum fyrsti heimsparturin, sum útjavnar vakstrarhúsútlátið. Málið skal verða nátt í 2050 og avleiðingin skal verða búskaparvøkstur og bøtt livikor.
les meir
Kom til opið hús hjá bróstkrabbabólkinum mikukvøldið 4. mars kl. 18.30
16. Feb 2020
Opið hús verður á Grønlandsvegnum 58 í Havn mikukvøldið 4. mars frá kl. 18.30 til 22.00. Allar kvinnur, sum hava ella hava havt bróstkrabba eru hjartaliga vælkomnar og avvarðandi eru eisini vælkomin við.
les meir
Á valentinsmessu, 14. februar 2020, gav Posta út tvey nýggj frímerki
16. Feb 2020
Annað avmyndar Vatnsdalsvatn í Vágum og hitt eitt hjartað við áskriftini “Tú ert her”.
les meir
















