Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

 

Búnaðargrunnurin fíggjar kanning av mótstøðuføri ímóti ridluskriða

12. Nov 2015

Trupulleikin við ridluskriða hevur verið kendur í Føroyum í mong ár. Hóast hetta á ongan hátt er ábyrgdin hjá grunninum vil Búnaðargrunnurin fegin virka við til at bøta um henda trupulleika. Í samráði við serkøn á økinum er tí avgjørt at taka stig til, at fíggja eina ílegugreining av mótstøðuførinum móti sjúkuni um alt landið nú í heyst. Átakið hjá grunninum verður einans framt í 2015 og verður ikki fíggjað aftur, men vónandi verður hetta eitt átak, sum vinnur frama, soleiðis at áhugi verður fyri at halda fram komandi árini.