Bjóða heilanum av – í bridge
12. Okt 2013
Hvørt hóskvøld til jóla verður bridgeskúli í Bridgehúsinum í Havn, men longu
leygardagin 12. oktober ber til at royna seg við bridgeborðið á torginum í SMS.
Tey, sum halda tað verða avbjóðandi og hugnaligt at taka kort í hond og spæla eitt sindur av kort, kunnu nú læra seg bridge.