Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

 

Eftirspurningur eftir uppmátingum av havbotni

01. Sep 2018

ARSFRÁGREIÐING: Tá Landsverk mitt í áttatiárunum byrjaði at gera uppmátingar av havbotninum – tað er uppmáting og kortlegging av havdýpinum – varð hetta sett í verk við eini verkætlan, sum í árunum 1985-89 fekk eina játtan á fíggjarlógini til uppmátingar í firðum og sundum.
Síðani hevur ikki verið nøkur sertøk játtan til endamálið. Men av tí at Landsverk staðfesti ein tørv á hesum økinum, varð hildið fast við hesa tænastu, og síðani hevur stovnurin gjørt íløgur í nýggjastu tøknina innan økið.