Mentan
Og vinnarin er…
17. Des 2019
#Rita1tíma varð í síðstu viku. Í hesum sambandi skipaði KT-felagið fyri kapping millum allar luttakandi flokkarnar um ein túr í biograf fyri allan flokkin.
les meir
Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið í Føroyum framt fyrsta eftirlitsátakið við útlendskari arbeiðsmegi
17. Des 2019
Dagarnar 10.-11. desember framdu Arbeiðs- og brunaeftirlitið, Taks og Politiið í Føroyum eitt samskipað eftirlitsátak við útlendskari arbeiðsmegi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Talan er um fyrsta átakið eftir at samstarvsavtalan millum myndugleikarnar varð undirritað í september í ár.
les meir
Raðfesta arbeiðið at basa harðskapi og kynsligum ágangi
16. Des 2019
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur sett sær fyri, at arbeiðið at basa harðskapi og kynsligum ágangi, skal halda fram og styrkjast, og hevur tí raðfest hesi øki í fíggjarlógini fyri komandi ár.
les meir
Løgmaður ynskir Boris Johnson til lukku
15. Des 2019
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur borið Boris Johnson lukkuynski, nú flokkur hansara vann tjóðartingsvalið. Bretska valið var hósdagin 12. desember.
les meir
Charles Olsen vann lutakastið um 10.000 kr.
15. Des 2019
Innsendi brævbjálvin við sílaroðslu, sum Charles Olsen sendi inn til Fiskaaling, vann lutakastið um 10.000 skattafríar krónur. Hetta hendi á P/F Fiskaaling norðuri við Áir í dag klokkan 14, tá notarius publicus trekti bjálvan millum omanfyri 100 aðrar.
les meir
Nú hækkar fólkapensjónin
15. Des 2019
Fríggjadagin rakk samgongan einum týdningarmiklum máli í strembanini eftir at bøta um fíggjarligu korini hjá fólkapensjónistum. Lógaruppskotini, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyrr í heyst løgdu fyri Løgtingið um at hækka pensjónirnar, eru nú samtykt, og allir fólkapensjónistar fara at fáa ein fíggjarliga lættari gerandisdag.
les meir
Tilmæli um palliatión handað landsstýrismanninum
15. Des 2019
Ein arbeiðsbólkur hevur í dag handað landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen eitt tilmæli um palliatión í Føroyum.
les meir
Markering af 100-året for Sønderjyllands genforening
14. Des 2019
I 2020 er det 100 år siden, at Sønderjylland efter en fredelig folkeafstemning blev genforenet med Danmark. Det bliver markeret overalt i landet med en lang række arrangementer i løbet af året.
les meir
















