Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

 

VALSKEIÐIÐ HÁLVRUNNIÐ

01. Okt 2013

Løgmaður úttalar úr New York, at vit eiga tað besta landið í heiminum, beint áðrenn hann ferð at lurta eftir iranska forsetanum, og tað er eisini rætt í nógvum førum. Eru nú øll samd um tað, og í mun til hvønn. Hetta valskeiðið er nú hálvrunnið, og hvat hava vit m.a. upplivað. Vit uppliva ein flatskatt, ið øll ikki kunnu verða ein partur av, tí tey forvinna ov lítið, teirra ískoytið til samfelagsbúskapin verður ikki roknað somikið, at tey skulu eiga part í tí, sum samgongan gjarar út til borgaran.