Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Eitt miðbýartorg við hópin av tænastum

21. Apr 2016

Sum partur av ætlanini at gera atkomuhæddina í gamla bankabygninginum í Niels Finsens gøtu 17 meiri útvenda og opna, er farið undir fyrireikingarnar. Ætlanin er at gera bygningin til eitt møtistað, ein bussterminal við ymiskum útvendum hentleikum.

les meir

Ríkisveitingin verður tiðnað aftur

21. Apr 2016

So skjótt, Sambandsflokkurin kemur aftur í landsins leiðslu, verður prístalsviðgerðin av Ríkisveitingini sett í verk aftur

les meir

Kvinnukórið Senjórítur í Dómkirkjuni

21. Apr 2016

Kvinnukórið Senjórítur í Dómkirkjuni - leygardagin kl. 17.

les meir

Inuit

21. Apr 2016

Sunnudagin 1.maj kl. 16.00 vísir Norðurlandahúsið filmin Inuit.

les meir

Væntandi skjótt møguligt at útflyta fiskavørur til Brasilia

21. Apr 2016

Góð útlit eru fyri, at føroyskar fiskavørur nú fáa atgongd til størsta landið í Suðuramerika, Brasilia, sum somuleiðis er eitt av heimsins fólkaríkastu londum. Sostatt er enn ein stórur marknaður um at lata upp fyri føroyskum útflutningi.

les meir

Nýggj avtala gjørd um ríkisveitingina

20. Apr 2016

Danska ríkisveititingin til føroyska landskassan verður aftur fastfryst. Komandi trý árini verður ríkisveitingin 641,8 mió. kr. Tað er greitt, nú Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur skrivað undir avtalu við Claus Hjort Frederiksen, danska fíggjarmálaráðharran, um árligu donsku ríkisveitingina frá 2017 til 2019.

les meir

Heilsuhúsið almenna móttøku hósdagin

20. Apr 2016

Tá Tórshavnar kommuna yvirtók eldraøkið frá landinum, valdi kommunan í sambandi við fyrireikingarnar at hugsa nýtt og at skipa økið heilt av nýggjum í stovninum Heilsu- og umsorganartænastan. Ein týðandi liður í hesi nýskipan er Heilsuhúsið, sum er ein av trimum eindum í Heilsu- og umsorganartænastuni. Nú hósdagin kl. 15 er almenn móttøka í Heilsuhúsinum.



les meir

Roknskapur: Menning og fólkavøkstur og skilagóðar íløgur

20. Apr 2016

- Tað gongur framvegis væl í Tórshavnar kommunu. Nú valskeiðnum líðir væl kunnu vit staðfesta, at nógv er fingið av skafti. Og samstundis síggja vit, at nógvar spennandi uppgávur eru fyri framman. Samgongusamstarvið hevur hepnast væl og full semja hevur verið um at kalla øll átøk.

les meir