Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Aðalstjórin í Mentamálaráðnum inhabilur

27. Feb 2016

Svágurskapurin millum Poul Gert Hansen, og stjóran á Søvn Landsins, Andras Mortensen, ger tað ógjørligt at leiða stovnin frameftir uttan rættiliga stórar habilar trupulleikar. Og nú er gølan hend. Leiðarin á Søvnum Landsins, er klagaður, og svágurin er eftirlit. Greinin hevur staðið í Oyggjatíðindum, 24. august 2012, men tá tagdi Einglapressan eisini.

les meir

Tá gandur ikki longur ber til

26. Feb 2016

‘Fíggjarlig verkfrøði’ er sum búskaparligt latín komin hartil ið vegurin endar, nú fíggjarkreppa aftur hóttir stórar partar av heiminum; vónandi síggja føroyingar fyrimunin í at hava eina høvuðsvinnu sum kann standa seg í illveðri.

les meir

Álit viðv. klagum um starvssetanir í Suðuroyar musikkskúla

26. Feb 2016

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt tvær klagur um starvssetanir í Musikkskúlanum í Suðuroy. Klagað var um, at lærari og leiðari fyri Musikkskúlan vóru settir, uttan at størvini vóru lýst leys. Klagað varð eisini um setanartilgongdina, tá leiðarastarvið seinni varð lýst leyst.

les meir

G! Festivalurin gav 255 túsund krónur í yvirskoti

26. Feb 2016

Endaligi roknskapurin fyri G! Festival 2015 er lagdur fram og góðkendur.

les meir

Í dag sjósetur G! Festival nýggja heimasíðu

26. Feb 2016

Umframt at vera almenni upplýsingar- og tíðindadepilin hjá G!, so er eitt endamál við síðuni eisini at kunna um onnur tiltøk, sum G! framleiðir ella onkursvegna er við í, ígjøgnum árið og harafturat skal síðan nýtast til at sjónliggera føroyska list og mentan í altjóða høpi, sigur Fred Ruddick, listarligur leiðari á G!

les meir

Ískoyti til foreldur, sum ynskja at ansa børnum sínum heima

25. Feb 2016

Stendur tað upp til Nýtt Sjálvstýri so skal løgtingslógin um dagstovnar og dagrøkt broytast, soleiðis at kommunur kunnu veita peningaligt ískoyti til foreldur, sum ynskja at ansa børnum sínum heima.

les meir

Knassar knossast: Nú er aftur í lagi

25. Feb 2016

Í langa tíð hava trupulleikar verið við heimasíðuni hjá Oyggjatíðindum, og serliga í samband við Facebook, og við jøvnum millumbili hevur tað ikki borið okkum til at fingið tilfar, og serliga myndir inn á heimasíðuna. Vit dagføra:

les meir

Uppskot til ummælis savnað á einum staði

25. Feb 2016

Nú ber til at fylgja við á felags heimasíðuni hjá Føroya landsstýri, hvørji uppskot hjá landsstýrinum eru send til ummælis.

les meir