Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mentan

Kærleika - eisini til næstan – ikki einans til sjálvan seg

18. Aug 2013

Longu sum barn sá og upplivdi eg munin millum Kristusar næstakærleiks- og Antikristusar eginkærleikslæru og harav góðu og vánaligu fylgjunum, ið stóðust av hesum báðum grundsjónarmiðum eisini í politiskum høpi. Hesin munurin ger seg eisini galdandi dagin í dag, kanska í nógv størri mun enn áður.

les meir

Adam Smith og Eysturoyartunnilin

18. Aug 2013

Fremsti liberalisturin er Adam Smith, sum í 1776 gav út bókina “Um eyð tjóðanna”. Har kannar hann hvørji politisk tiltøk kunnu fremja vælferðina.

les meir

Altjóða flogvøllur - ein peningamaskinna

18. Aug 2013

Tær glæsuligu ætlanir ið Tórshavnar Kommuna hevði í samband við milliardaætlanina við Stórutjørn,var ein fíggjalig hvørvusjón. Tí betur kann ein siga, so var eyðnan betri enn vitið. Annars hevði ætlanin, um hon var steðga í hálvun gekki, verið størsta byggigøla í Føroya søgu. Og harafturat hevði skattaborgarin í Tórshavn kent figgjarliga sviðan av hesi ørvitisætlan.

les meir

Føroyar hava latið ósemjuna við ES til altjóða gerðarrætt

16. Aug 2013

Í dag hava Føroyar latið ósemjuna við ES til altjóða gerðarrætt. Gerðarrætturin verður settur á stovn samsvarandi havrættarsáttmála Sameindu Tjóða. Føroyar heita á gerðarrættin um at staðfesta í úrskurði sínum, at ES hevur brotið sína samráðingarskyldu við at nýta slíkar hóttanir í sambandi við umsiting av einum ferðandi fiskastovni. Gerðarrætturin verður somuleiðis biðin um at áleggja ES at taka aftur hóttanirnar.

les meir

Slakar 400 milliónir ikki partur av samlaða tunnilspakkanum

16. Aug 2013

Løgtingslógin um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð, er og verður ikki avtikin. Ikki er heimild at brúka partapeningin uppá 395 mió. kr., men tunnilsfeløgini kunnu gjalda landskassanum vinningsbýti inntil upphæddin av innskotna partapeninginum er rokkin, stendur m.a. í svarinum til Poul Michelsen, sum hevur sett løgmanni fyrispurning:

les meir

Túrfrágreiðing komin

16. Aug 2013

Túrfrágreiðingin fyri túr nr. 1334 ”Yvirlitstroling-landgrunnur” hjá Magnusi Heinasyni er nú tøk á heimasíðuni, sí her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2013/FRAG1334.pdf Ábyrgd: Petur Steingrund. ...

les meir

TUNNIL VIÐ BINDI FYRI EYGUNUM

16. Aug 2013

Landsstýrismaðurin í innlendismálum sýnir ræðandi hugburð.

les meir

Meðan tunnilsprátið gongur uppá tað heitasta...

15. Aug 2013

Undirsjóvartunlar eru á breddanum – og onki tykist vera í vegin fyri at finna milliardirnar. Men tað tykist ógvuliga løgið, at tað nú brádliga skal bera til at finna 150 milliónir krónur til samferðslukervið, tí støðan var als ikki so góð fyri stuttum, tá tað kom í ljósmála, at eldraøkið manglaði pening. Tað er eisini sera “undarligt”, at man nú finnur so nógvan pening í eini handavending, tá alt almannaverkið í fleiri ár hevur spart og fingið sínar játtanir skornar.

les meir